
KÍ-hópurin lendi í Bodø í góðveðrinum seint í gjárkvøldið. Mikudagin bíðar sterk mótstøða í fyrsta dystinum í Champions League.
Seinnapartin var venjing á skránni á einum venjingarvølli við Aspmyra staion, har spælt verður mikukvøldið móti norsku meistarunum Bodø/Glimt.
Veðrið er fyri tað mesta gott í dag í býnum, sum liggur miðskeiðis millum Trondheim og Tromsø. Í 2019 búðu 55.700 fólk í Bodø.
Manglandi viðføri og SAS
Men tað skal ikki vera lætt hjá KÍ. Tá hópurin kom til Bodø í gjárkvøldið lá stórur partur av viðførinum eftir í Oslo. Til bar at venja kortini, men arbeitt verður av øllum alvi at fáa viðføri hendan vegin sum skjótast.
Hin parturin er verkfallið hjá SAS. KÍ skal eftir ætlan flúgva til Keypmannahavnar umvegis Oslo hósdagin, men tað datt alt niðurfyri tá verkfallið hjá SAS-flogskiparunum varð veruleiki um middagsleitið. Tískil arbeiða fólkini í felagnum eisini við at fáa heimferðina upp á pláss.
Eitt sum kortini liggur púra fast er, at Bodø/Glimt og KÍ bresta saman á Aspmyra leikvøllinum í Bodø mikukvøldið klokkan 17 føroyska tíð.
Sí myndir, sum vit tóku í Bodø seinnapartin:
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Jóannes Kalsø Danielsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)
-
Mads Boe Mikkelsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Heri Ósá, liðleiðari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Claes Philip Kronberg (Mynd: Sverri Egholm)
-
Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari, og Magnus Joensen, hjálparfólk (Mynd: Sverri Egholm)
-
Páll Andrasson Klettskarð (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
René Shaki Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Mads Boe Mikkelsen og Dávid Biskopstø Andreasen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Patrick da Silva (Mynd: Sverri Egholm)
-
Óli Eyðsteinsson Poulsen og Agnar Prestá, hjálparvenari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Elisabet Vang, fysiskur venjari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald