Føroyska kvinnulandsliðið er hesa vikuna saman og fyrireikar seg til søguliga HM endaspæl, sum í næstu viku byrjar í Týsklandi og Niðurlondum.
Nógvar venjingar eru á skránni hesa vikuna, umframt venjingardystur móti Íslandi við Tjarnir leygarkvøldið. HM-endaspælið byrjar um eina viku, 26. november.
Sí eisini: Myndir: HM-hópurin strddist við Streymin
Fyrrapartin var hópurin á vitjan í Stranda skúla og her var høvi hjá næmingum at fáa autograf frá spælarum og venjarum. Tað var stórur áhugi fyri teimum hjá Føroyum, sum mánadagin fara av landinum.
Aftaná døgurða verður vant á Skála og seinni seinnapartin verður vitjað hjá Navia á Toftum.
Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald