
Afturvenda Turið Arge Samuelsen varð toppskjútti við átta málum, tá Kyndil vann 27-23 á Neistanum á Hálsi fyri løtu síðani.
Hetta var onnur hálvfinalan, og tá Kyndil eisini vann tí fyrstu, so varð finaluplássið tryggjað.
Tað var javnleikur í steðginum, men í seinna hálvleiki fór Kyndil - eisini við einari sterkari verju frá.
Harvið skulu greipuvinnararnir frá í fjør verja heitið.
Tað verður móti H71 ella VÍF - vinna hoyvíkskvinnur í kvøld, so er H71 í finaluni. Vinnur VÍF í Hoyvík, so verður talan um eina triðju og avgerandi finalu hóskvøldið.
Hendan hálvfinalan byrjar klokkan 19. Til ber at fylgja við á forsíðuni á Portalinum.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Hálsi, her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald