Á frídegnum hjá føroysku hondbóltskvinnunum í hesum landsliðsvindeyganum, vitjaðu tær ein fólkaskúla í Hoyvík, har fleiri teirra hava slitið sínar barnaskógvar.
Sí eisini: Lív Bentsdóttir Zachariasen aftur eyðsýnd: Spælið hjá Portugal hóskaði væl til mín (Video)
Onkur tók eisini orðið, og spælararnir fingu ymiskar spurningar frá spentu skúlanæmingunum á Løgmannabreyt.
Hondbóltssamband Føroya skrivar eisini, at ølll sungu "Tú alfagra land mítt", og til síðst fingu øll høvi at fáa autograf frá kvinnunum, sum mikudagin vunnu á Portugal.
Sunnudagin skulu Føroyar royna at gera tað sama í Portugal. Eydnast tað, er EM-atgongumerki so at siga í hús. Hópurin er í løtuni á ferð. Kósin varð sett úr Føroyum tíðliga í morgun.
Sí eisini: Føroyskur ferðadagur: - Endastøðin er Portugal og EM-pláss
Portalurin og FM1 vera við á ferðini til Portugal og hava ymiskt tilfar til tykkum næstu dagarnar
Sí myndir frá vitjanini í skúlanum á Løgmannabreyt í gjár niðanfyri. HSF eigur myndirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald