Plátuvendararnir, ið kalla seg DJ Wenzel syrgdu fyri tónleikinum, og rey/blá/hvítu føroyskir fjepparar syrgdu fyri stemninginum í mathøllini, sum liggur í tilknýti til høllina Trier Arena.
Lagið var gott - ikki minst tá sangurin "Sweet Caroline" tók at runga í hátalarunum. Tá var ein slanga skipað eftir gólvinum, sum rakk heilt upp á balkongina í høllinum. Vit loyva okkum at ivast í, um stemningurin nakrantíð hevur verið so góður á hesum stað fyrr.
Sverri Egholm tók myndirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald