Hondbóltur

Myndir: Seinasta venjingin undan seinasta undandystinum í Montenegro

Sól og vakurt uttanfyri, Føroysku kvinnurnar skulu sunnudagin spæla í stóru høllini, sum er komandi heimavøllurin hjá Súnu Krossteig Hansen.

Pernille Brandenborg, Súna Krossteig Hansen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen í góðveðrinum uttanfyri Bemax Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg, Súna Krossteig Hansen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen í góðveðrinum uttanfyri Bemax Arena (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-11 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgoricia, Montenegro (Portalurin): - Eg eri faktiskt í sjokk. Hetta er fantastiskt.

Hetta staðfesti Súna Krossteig Hansen, stutt eftir at hon var komin inn í "Bemax Arena". 25-ára gamla havnarkvinnan fær stóru høllina við góðu umstøðunum sum sín heimavøll næsta kappingarár, tá hon skal spæla fyri ŽRK Budućnost: Nógv tað størsta liðið í Montenegro og tvífaldur Champoons League-vinnararnar.

Video við Súnu, tá hon vitjar nýggja heimavøllin, kemur seinni

Fyrst skal Súna K. Hansen tó hugsavna seg um uppgávuna her í morgin fyri Føroyar. Talan er um seinasta dystin í søguligu góðu undankappingini hjá liðnum, sum skal til EM-endaspælið í desember.

Støðan í bólkinum eftir fimm av seks umførum

1. Montenegro 8 stig *
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig 
4. Ísland 2 stig 

* Vìðari til EM-endaspælið í desember

Montenegro er eisini víðari og fer at vinna bólkin, uttan so at Føroyar vinna við sjey málum her í morgin. Í oktober vann Montengro 32-26 við Tjarnir (fyrsta umfar í EM-undankappingini) og í november 32-27 í Trier í (í HM-bólkaspælinum), so føroyska liðið skal í øllum førum royna at koma nærri sterka liðnum í morgin, har man annars kann spæla við "akslunum nakað niðri".

Sí eisini: Hvør er hvør við Lív og Vár á føðingardegi teirra (Video)

Rannvá: - Eg kann fáa fleiri mál enn babba um Jana spælir til mín

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í stóru leikhøllini í Podgorica, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder