- Eg verið vanliga rørd, tá tjóðsangurin er, og tað verður einki øðrvísi til mín seinasta heimadyst.
Soleiðis segði Bjarta Johansen, tá Portalurin tosaði við hana týsdagin. Eftir dystin í gjár, kundi strikuspælarin staðfesta, at hon hevði hugsa um.
- Dóttirin, sum stóð hjá mær undir tjóðsanginnum, var ónøgd, so eg fekk ikki tíð at vera standa og tára sum vanligt. Heldur mátti eg flenna eitt sindur, segði Bjarta flennandi í samrøðu við FM1.
Eftir dystirnir fóru tárini tó at renna á kinnunum hjá 32-ára gomlu landsliðskempuni. Bjarta Johansen hevur verið allan vegin: Frá tí at man mátti reka spælarar, og onkutíð venjara, til venjing og fólk til dyst, tá man so einaferð spældir. Til at spæla seg til triðja endaspælið á rað - og á flottan hátt.
- Vit spældu fantastiskan álopshondbólt í kvøld, og verjan riggaði størsta partin av tíðini væl. Haldi heldur ongantíð áskoðararnir hava skapt so fantastiskan stemnning, tá vit hava spælt á heimavølli, segði havnarkvinnan við Pætur Nolsøe eftir sín landsdyst nummar 56.
Kyndilsspælarin hevur næstflest A-landsdystir á kvinnusíðuni. Hetta var hennara seinasti heimadystur hjá Bjartu Johansen, sum gevst á landsliðnum eftir seinasta undankappingardystin í Montenegro sunnudagin.
Sí myndir niðanfyri - Andrei Antal tók tvær tær fyrstu, meðan Sverri Egholm eigur hinar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald