Eins og í aðru og avgerandi FM-finaluni hjá kvinnum, vann SÍ 3-2 á Mjølni.
Menninir úr Sørvági vóru kroystir undan fjórða setti, men vunnu stórt har, og í spennandi 5. setti var SÍ eisini omaná.
Onnur FM-finalan verður spæld í Klaksvík mikukvøldið. Vinnur SÍ, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi næsta leygardag.
Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók á Giljanesi, niðast
Polestar-deildin, fyrsta FM-finala:
SÍ – Mjølnir 3-2 (25-15, 17-25, 23-25, 25-12 og 15-13)
Flogbóltssamband Føroya skrivar soleiðis um dystin:
Menninir hjá SÍ vunnu í dag 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni, sum varð spæld á Giljanesi.
Spælið hevur mangan verið betur, men fimmsettarar er tó altíð spennandi, hóast tey einstøku settini í dag vantaðu spenning.
SÍ vann lættliga fyrsta settið 25-15, áðrenn Mjølnir líka lætt vann 25-17 og 25-23 í øðrum og triðja setti. Síðan sveiggjaði pendulið aftur hinvegin, og SÍ vann fjórða settið 25-12.
Í javnbrótaranum var støðan 6-6, tá ið SÍ mest sum avgjørdi dystin við at vinna fimm bóltar á rað og leggja seg á odda 11-6 og síðani 14-11. Mjølnir yvirlivdi teir tveir fyrstu dystarbóltarnar, men tann triðja sló venesuelski Jhonlenn Cruz Barreto Pena í blokkin hjá Mjølni og í gólvið, so SÍ vann 15-13.
Onnur FM-finalan verður spæld í Klaksvík mikukvøldið. Vinnur SÍ, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi næsta leygardag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald