
Gibraltar, Portalurin: Føroyska manslandsliðið hevur í kvøld havt sína fyrstu og einastu venjing her undan HM-undankappingardystinum móti Gibraltar.
- Hetta verður ein dystur, sum fer at marka nakað og merkjir nógv fyri okkum. Umstøðurnar her eru øðrvísi enn á einum fullsettum Tórsvølli, men menninir eru væl fyri, og tað fer at hjálpa væl, at vit hava eini 100 føroyskar áskoðarar her, sigur Eyðun Klakstein.
Sí eisini: Sjey FC Suðuroy-nevndarlimir við á Gibraltar: - Styrkir samanhaldið og sambandið
Gullbrandur Øregaard hevur avloyst leikbannaða Odmar Færø í hópinum. Tað verður Samuel Johansen Chukwudi, sum fer at avloysa Odmar í miðverjuni. Tað verða í øllum førum tvær broytingar afturat hesum á føroyska liðnum.
Les eisini: - Eru ikki so góðir at vit ikki kunnu tapa móti hesum liðnum
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar
Sí myndir frá venjingini á Evropa Point leikvøllinum, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald