Fótbóltur

Myndir: Skulu svara aftur í Luksemborg

Sí myndir av Stade de Luxembourg í dag, har seinasta hond var løgd á fyrireikingarnar til Nations League-dystin millum Luksemborg og Føroyar í annaðkvøld.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-06-13 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt venjing á nýggja stásiliga Stade de Luxembourg, og legði seinastu hond á hvussu farast skal fram í dystinum í annaðkvøld.

Tá verður Luksemborg mótstøðulið, og føroyska sjálvsálitið er í topp aftaná 2-1 sigurin móti Litava á Tórsvølli leygarkvøldið.

Týsdagin í síðstu viku var Luksemborg á vitjan á Tórsvølli, men tá gekk minni væl hjá okkara monnum. René Shaki Jonesen og Sølvi Vatnhamar sóu reytt, og Føroyar taptu dystin upp á eitt brotsspark sum Luksemborg fekk í 74. minutti.

Sí myndir sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók á Stade de Luxembourg í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder