Annað

Myndir: Teitur Gestsson og Bárður Mittelstein settu alt til viks

32 lið hava í allan dag luttikið í padel-kapping á Smyrilsvegi. Í hølunum, har bløð áður vórðu prentað. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-29 00:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdust Teitur Gestsson og Bárður Mittelstein, sum vunnu Kirvi Padel kappingina, sum í dag hevur verið á padel-vøllunum hjá Padel.fo á Smyrilvegi í Havn.

Í finaluni spældu teir ímóti Stefani Radosavljevic og Hanusi Sørensen, sum í hálvfinaluni varpaðu tennisgarparnar Jón Brekku og Inga Højsted út.

Teitur Gestsson og Bárður Mittelstein spældu seg trygt í finaluna við sigri á Karl J. Johansen og Óla Mittún.

Í finaluni hildu teir báðir fram við góða spælinum og vunnu bæði settini.

Tilsamans 64 luttakarar og 32 lið vóru í kappingini, sum varð býtt í tveir bólkar.

Fyrr í dag var finala í B-bólkinum. Hana vunnu Rógvi Mikkelsen og Tummas Pauli Mohr móti Ása Dam og Ejvind R. Mouritsen.

Tað er Padel Forum Føroyar við Heina Ziska Restorff Viðoy, Arnar Lognberg og Nilas Reginssyni, sum skipaði fyri kappingini.

Vit vóru ein túr í gomlu prentmiðstøðini og tóku nakrar myndir av seinastu dystunum í kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder