Tuzla, Bosnia (Portalurin): Á gistingarhúsinum eru nøkur løgreglufólk, sum eru har, bert tí føroyska manslandsliðið í hondbólti er har.
Á stutta koyritúrin til og frá dystarhøllini, har føroyska liðið vandi seint seinnapartin, var løgreglufylgi frammanfyir bussin (politieskorta). Sirenan varð nýt, og løgreglufólk steðgaði eisini onkrum bili, áðrenn snarað var inn til stóru og slitnu høllina.
Kanska ein ávís sjarma, men høllin, har Føroyar skulu spæla fyrra HM-røkkstøkkdystin hósdagin, er ikki vælhildin.
Eftir upphiting, harímillum ein málleysan fótbóltsdyst, vandu teir á føroyska liðnum í størstan mun verjuspæl. Hetta var undirtalsverja, 6 móti 6 og í 6 móti 7.
Ísak Vedelsbøl er ikki við vegna skaða, og hann hevur havt stóran leiklut í miðverjuni seinstu tíðina. Og so manglar Elias Ellefsen á Skipagøtu sjál
Teis Horn Rasmussen vandi ikki við, tí hann var illa fyri í dag.
Onkrar álopsstøður og fyrsta bylgja var eisini á skránni. Føroyska liðið hevur havt ymiskar taktiskar fyrireikingar í dag - liðið venur aftur seinnapartin í morgin.
Sí myndir frá venjingini í dag niðast
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
Sí eisini: Íslendsku meistararnir: HM-pláss hevði verið krúnan á verkinum hendan mánaðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald