
Í morgun vandu Føroyar á venjingarvølli beint við altjóða leikvøllin Ta' Qali, ið verður karmur um EM undankappingardystin leygardagin.
Undirlagið var klárt betri, enn tá føroyska liðið vandi har í november undan dystinum í Nations League millum liðini. Tann dysturin endaði 1-1, men hesaferð vilja føroyingarnir hava trý stig.
Lars Olsen: Nú kenna vit maltesiska liðið
Venjingin í dag var ikki so long, men har var ferð á, og leikararnir tykjast at vera sera væl fyri. Í tí taktiska partinum av venjingini sá tað út til, eins og mánadagin, at útgangspunktið er, at Føroyar spæla á hendan hátt:
(4-4-1-1) Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, René Shaki Joensen - Hallur Hansson - Jóan Símun Edmundsson.
Føroyska liðið venur í morgin á Ta' Qali National Stadium.
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Gilli Rólantsson og Rógvi Baldvinsson fegnast. Odmar Færø uttast til høgru (Mynd: Sverri Egholm)
-
Tróndur Arge frá FM1 og Agnar Prestá frá Portalinum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Rógvi Hvidbro (Mynd: Sverri Egholm)
-
Karstin Hansen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Gunnar Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Emeka Andersen, málmansvenjari og Teitur Gestsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Kristina Dam Ziska og Bárður Lava Olsen frá FSF (Mynd: Sverri Egholm)
-
Andrass Thomsen og Virgar Hvidbro frá FSF (Mynd: Sverri Egholm)
-
Sølvi Vatmhamar, Hallur Hansson, Jákup Thomsen og Bartal Wardum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Árni Frederiksberg, Rene Shaki Joensen og Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald