Hon hevur ikki verið, síðani føroysku kvinnurnsr í apríl 2024 á fyrsta sinni spældu seg til eitt EM-endaspæl.
Eftir barnsburð og skaða er Natasja Hammer aftur við fullum útblástri. Kviki og snildi bakspælarin hevur hetta kappingarárið spælt ógvuliga væl fyri Stjarnuna, sum annars stríðist í botninum í bestu íslendsku deildini.
- Eg fái stóra ábyrgd, so tað hjálpir mær, hóast vit tapa. Spælið gongur eisini skjótari í Íslandi enn í Føroyum, sigur 23-ára gamli bakspælarin við nógvu málunum í Íslandi
Natasja Hammer hevur spælt steypafinalu men ikki landadyst við Tjarnir, so tað gleðir hon seg til, nu Portugal vitjar mikukvøldið.
- Tað sær stuttligt út, og hetta er deiligt at vera partur av.
Sí eisini: Keypmannahavn, Århus, og Jytteborg
Hoyr alla samrøðuna við Natasju, sum varð eftir seinastu venjingina hjá Føroyum undan týðandi EM-undandystinum móti Portugal, ovast. Liðini spæla klokkan 19 i morgin.
Myndir: til reiðar til hørðu tøkini við Tjarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald