Hondbóltur

Natasja Hammer aftur til Íslands at spæla

22-ára gamli bakspælarin, sum hevði barnsburð í fjør, hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við Stjörnuna í bestu deildini. Jóhannes Bjørgvin heldur fram við mansliði felagsins.

Natasja Hammer til landsliðsvenjing á gamla heimavøllinum á Hafnarfjørðinum í apríl 2023. Skjótt skal spennandi bakspælarin spæla í fremstu íslendsku deildini aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Natasja Hammer til landsliðsvenjing á gamla heimavøllinum á Hafnarfjørðinum í apríl 2023. Skjótt skal spennandi bakspælarin spæla í fremstu íslendsku deildini aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-19 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í tíðarskeiðnum 2021-2023 spældi hon við felagnum Haukar á Hafnafjørðinum. Har stóð Natasja Hammer seg sum heild væl sum ungur spælari í fremstu íslendsku deildini.

Hon stóð seg sanniliga eisini væl í StÍF í 2023-2024, har bakspælarin var ein av høvuðsorsøkunum til, at liðið kom í FM-finalurnar.

Seint í 2024 gjørdist Natasja mamma - móti endanum av 2024-2025 kappingarárinum spældi hon við Kyndli, har hon í stóran mun er uppvaksin.

[object Object]
Natasja Hammer í finaludysti móti Kyndli í fjør. Hon var stóri álopskendi profilurin hjá StÍF hetta kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)

Nú gongur leiðin aftur til Íslands. Stjarnan boðar í vikuni frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska bakspælaran.

- Hon er eitt frálíkt ítróttafólk, sum fer at styrkja okkara lið nógv. Natasja hevur gott spælskil, er sterk 1v1 og kann spæla á øllum plássum í baktekuni.

Hetta sigur Patrekur Jóhannesson. Hann er fyrrverandi yrkisspælari og nú venjari hjá Stjarnuni - hann er forrestin eisini beiggi Gudni Jóhannesson, sum var forseti í Íslandi í 2016 til í fjør.

Stjarnan endaði á 7. plássi í grundspælinum í bestu íslendsku deildini júst farna kappingarár. Liðið helt sær uppi við sigrum í play-off dystum móti Afturelding.

Natasja Hammer er 22-ára gomul. Hon er sjálv hálvur íslendingur; pápin er Finnur Hansson. Hon var við til nakrar EM-undankappingardystir í 2023-2024 og fer helst at banka uppá aftur skjótt.

Jóhannes Bjørgvin spælir við mansliðið felagsins, sum var í steypafinaluni seinasta kappingarár. Vinstri vongurin hevur fyri stuttum longt sín sáttmála til juni 2027. Stjarnan skal helst spæla evropeiskan hondbólt á manssíðuni í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder