Stjarnan hevði eitt tungt kappingár í fremstu íslendsku kvinnudeildini, men føroysku spælararnir gjørdu sítt til, at liðið helt sær har.
Neyðugt var við fimm upp-og niðurflytingardystum móti Grótta úr næstbestu deildini.
Les meira: Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir stóran leiklut í bjargingini hjá Stjarnuni
Millum annað skutu Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir samanlagt ellivu mál, tá alt skuldi avgerast í síðstu viku.
Natasja, sum skifti frá Kyndli síðsta summar, hevur verið besti álopsspælari hjá liðnum úr Garðabær.
Fyri hetta varð Natasja Hammer heiðrað, tá Stjarnan hevði gallaveitslu í síðstu viku: Ársins spælari hjá besta kvinnulið felagsins.
![]()
Mynd: Stjarnan handbolti
Natasja Hammer hevur sáttmála við Stjarnuna fyri 2026/2027 eisini.
Kviki bakspælarin kom aftur á landsliðið fyrr í ár. Natasja Hammer spældi og skoraði góð mál móti endanum av dystinum móti Íslandi við Tjarnir (35-30), og var á vøllinum nakað longri tá Føroyar í seinasta EM-undandystinum tapti í Montenegro.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald