Fótbóltur

Neistin vitjar í Klaksvík í kvøld

Neistamenninir kunnu leggja seg á odda í Burn-deildini við sigri.

Sámal á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík skulu royna at koppa Neistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sámal á Tjaldrafløtti og Team Klaksvík skulu royna at koppa Neistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-29 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Burn-deildini verður leiktur í kvøld - hann verður bríkslaður í gongd klokkan 20.00.

Hann verður í Klaksvík, har Neistin vitjar. Teir blákløddu úr Havn eru í løtuni á 2. plássi við 10 stigum - eitt stig aftanfyri VÍF. Harvið kann ein sigur lyfta Neistan á ovastu rók fyribils.

Les eisini: VÍF stendur nú við endaligu avgerðini

Team Klaksvík fekk einki stig í fjør, men hevur í ár vunnið á H71 í Klaksvíkar Badmintonhøll og hevur eisini fingið tvey stig í Kollafirði. Kappingin tykist sum heild at vera meira jøvn í ár, og á pappírinum er talan ikki um ein lættan dyst fyri Neistan.

Støðan í Burn-deildini: 
VÍF 11 stig (7 dystir)
Neistin 10 stig (7 dystir)
H71 9 stig (6 dystir)
KÍF 8 stig (8 dystir)
Team Klaksvík 4 stig (6 dystir)
Kyndil 4 stig (8 dystir)
StÍF 4 stig (8 dystir)

Í kvøld klokkan 20: Team Klaksvík - Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder