placeholder
Fótbóltur

Newcastle skal spæla á Wembley 26. februar

Hetta er greitt eftir sigurin á Southampton í seinnu hálvfinaluni í Carabao Cup. Manchester United skal í kvøld staðfesta hitt finaluplássið.

Sean Longstaff skoraði bæði málini fyri Newcastle í 2-1 sigrinum á Southampton í gjárkvøldið

Sean Longstaff skoraði bæði málini fyri Newcastle í 2-1 sigrinum á Southampton í gjárkvøldið

2023-02-01 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eddie Howe hevur gjørt eitt framúr arbeiði við Newcastle, sum fyri beint undir einum ári síðani lá til at flyta niður í Premier League. Eftir at Newcastle hevur spælt 20 dystir í Premier League í hesum kappingarárinum, liggur liðið á 3. plássið við 39 stigum. Newcastle hevur bert latið ellivu mál inn - fimm færri enn oddaliðið Arsenal.

Nú er eisini greitt, at Newcastle skal spæla eina steypafinalu. Tað eydnaðist at basa Southampton í fyrru og seinnu hálvfinaluni í Carabao Cup. Tað endaði 1-0 í Southampton í síðstu viku, og í gjár vann Newcastle 2-1 á St. James Park.

Sean Longstaff skoraði bæði málini fyri heimaliðini og bæði komu fyrstu tjúgu minuttirnar. Che Adams minkaði um munin í 29. minutti, men Southampton skuldi skora tvær ferðir afturat, og tað er ein ógvuliga trupul uppgáva móti Nick Pope og sterka Newcastle-verjupartinum. Tað eydnaðist heldur ikki at loysa hetta, og Newcastle er fyri aðru ferð í einari League Cup-finalu og í sínari fyrstu steypafinalu síðani 1999.

Týdningarmikli miðvallarin Bruno Guimaraes fekk beinleiðis reytt kort í 82. minutti. Hann hevur tó ikki leikbann í finaluni, men noyðist ístaðin at sita yvir í næstu Premier League-dystirnar. 

Guimaraes spælir harvið allarhelst á Wembley 26. februar. Nógv bendir á, at Manchester United verður mótstøðuliðið. Liðið hjá Erik ten Hag vann 3-0 á útivølli í fyrru hálvfinaluni móti Nottingham Forrest. Í kvøld skal arbeiðið gerast liðugt á Old Trafford. 

Seinast Newcastle var í einari finalu var júst móti Manchester United. Hetta var í FA Cup-finaluni í 1999, tá United vann The Treble.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder