Hondbóltur

Nexum vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan

Næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla hava gjørt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Hetta var tað besta hugskotið av teimum 25 í Kolding.

NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Lærarar hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen (Mynd Íverksetarahúsið)

NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Lærarar hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen (Mynd Íverksetarahúsið)

2024-04-25 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra ungir føroyskir skúlanæmingar hava í dag gjørt bart í stórari kapping innan íverksetan í Kolding. Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen - saman NEXUM - vunnu SkúlaFM fyrr í ár, og nú er tey best millum elstu fólkaskúlaflokkarnar í kongaríkinum á økinum.

25 hugskot vóru uppá tal - 23 bólkar úr Danmark, ein úr Føroyum og ein úr Grønlandi -  og har var tað føroyska tað allarbesta. Nexum vil betra um møguleikarnar hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.

Fyrst varð "pitch'a" fyri dómarunum í sínum bási, og tey fýra úr Runavíkar Kommunuskúla vóru millum teir fýra bólkarnar, ið vunnu seg í finaluna. Har skuldi so leggjast fram fyri øllum av høvuðspallinum. Hetta má sigast at eydnast væl hjá føroyska bólkinum.

[object Object]

Íverksetarahúsið skrivar soleiðis um flotta avrikið:

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at NEXUM fekk eitt flott 1. pláss.

Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku. Talan var um næmingar úr 8. - 10. flokki

Bólkurin NEXUM, hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.

NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Lærarar hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.

Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at NEXUM, við sínum hugskoti, megnar at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt at stuðla undir, at øll nú hava møguleika at verða við á jøvnum føti.

Rættað: 15.04

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder