Fótbóltur

Níggju mál í 18. umfari

Øll málini í 18. umfari í Betri deildini hjá monnum síggjast í FSF varpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-13 15:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin vórðu fyrstu dystirnir í 18. umfari í Betri Deildini hjá monnum spældir. Í Klaksvík tók KÍ ímóti HB, og í Havn dystaðust B36 og EB/Streymur. Úrslitið í oddabrakinum millum KÍ og HB gjørdist 1-0 til HB, og í Havn endaði við javnleiki 2-2.

Sunnudagin vóru tríggir dystir á skránni. NSÍ vann 1-0 á heimavølli móti TB/FCS/Royn, og á Skála fór gestirnir úr Víkingi avstað við øllum stigunum. Úrslitið gjørdist 2-0 til Víking. Fimti dysturin var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann tepran 1-0 sigur á AB.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini, sum vóru skoraði í 18. umfari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder