Fótbóltur

Noah kunngjørdur í Bryne

20 ára gamli fuglfirðingurin í Víkingi, hevur skrivað undir við Bryne í næstbestu norsku deildini.

(Mynd: Brynefk.no)

(Mynd: Brynefk.no)

2023-01-30 11:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

20 ára gamli Noah Mneney fer til norskan fótbólt. 

Bryne FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini kunngerð í dag ein trý ára langan sáttmála við fuglfirðingin, sum síðani 2019 hevur spælt á besta liðnum hjá Víkingi.

Noah Mneney hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum, og var í vetur úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni.

[object Object]Noah Mneney í venjingardysti fyri A-landsliðið móti Kosovo í vetur (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder