
Tveir dystir og eitt mál á muni í báðum.
Higartil hevur paringin og mótsstøðan í nýggju Nordic Open verið hóskandi. Grannarnir Sveis og Týskland spældu fyrst ein góðan dyst í Bylgjuni í Runavík, áðrenn føroyingar og íslendingar gjørdu tað sama á gula gólvinum.
Nógv fólk var til staðar til serliga seinna dystin. Føroyar høvdu í løtum gott tamarhald á og vóru á odda við einum máli í steðginum. Liðið spældu eisini til tíðir flottan hondbólt.
Í málinum var Micah Wardum Ragnarsson ein brandur við nógvum stórbjaringum. Tað sveiggjaði seinastu løtuna, men íslendingar vóru líka tað hvassari og vunnu 29-28.
Talan er um U17-hondbólt. Tá nógvir av somu dreingjunum hittust tvær ferðir í Føroyum síðsta summar, vóru íslendingar meira greitt omaná. Tað sær út til at menningin hjá føroysku spælarunum verið góð, og profilar hómast - avbjóðingarnar vera tó stórar í morgin og sunnudagin.
Sveis vann 28-27 á Týsklandi í kvøld. Í morgin er skráin hendan - tá verða dystirnir spældir við Tjarnir:
Leygardagin 7. juni - við Tjarnir
16.00: Sveis - Ísland
18.00: Føroyar - Týskland
Dystirnir verða stroymdir á live.hsf.fo - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum Andrei Antal (AVA) tók fyri HSF í Runavík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald