placeholder
Fótbóltur

Norðlýsið um landsliðið: Ongantíð sæð verri út enn nú

Hvussu langan snór skal venjaratoymið Håkan Ericson og Eli Hentza hava, spyr Norðlýsið í dag eftir tvey tap seinastu dagarnar.

Hvussu langan snór skal venjaratoymið hjá føroyska landsliðnum hava, spyr blaðstjórin á Norðlýsinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hvussu langan snór skal venjaratoymið hjá føroyska landsliðnum hava, spyr blaðstjórin á Norðlýsinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-08 20:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kravið má vera í minsta lagið 4 stig. Alt annað kann og skal ikki verða góðtikið.  Um ikki so má tað vera “farvæl og adjö”, skrivar blaðstjórin, á Norðlýsinum, Jóhann Lüzen, í dag.

[object Object]

Hann setur spurningarnar um hvussu langan snór venjaratoymið Håkan Ericson og Eli Hentze hava, og nær pílarnir í FSF byrja at venda inneftir.

Tí niðurtúrurin tykist ongan enda at fáa, og uttanífrá hevur tað nokk ongantið sæð verri út enn nú, skrivar blaðstjórin.

- Soleiðis er kenslan óivað hjá nógvum føroyingum í dag. 1-0 ósigurin á heimavølli móti Luksemburg í gjár var bert ein staðfesting av vánaligu gongdini hjá føroyska A-landsliðinum í fleiri ár og nú byrjar tað at raka nærri og harðari enn áður.

[object Object]

- Kontrastin er ógvuliga stór, samanborið við evnaríku U21 leikararnir hjá okkum og venjaratoymið við Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen, sum aftur hesuferð fingið eitt gott úrslit í móti sterkari mótstøðu í Serbia. Hevur tað nakað at gera við, at U21 hevur ein annan spælistíl enn A-landsliðið?

Les alla greinina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder