Fótbóltur

Video: Rógvandi norðmenn settu dám á Times Square

Norskir áskoðarar gjørdu innrás á Times Square í New York. Noreg spælir móti Senegal klokkan eitt í nátt føroyska tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-06-22 20:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðmenn hava seinasta samdøgrið vakt ans í amerikanska stórbýnum New York, har norsku fjeppararnir nú eru savnaðir undan øðrum dysti í HM-endaspælinum.

Noreg og Senegal hittast á MetLife Stadium í nátt klokkan 1 føroyska tíð.

Við herrópi sum minnir um íslendska "huh", settu norðmenn seg niður á Times Square og í felag løgdu tey seg aftur á - sum vóru tey umborð á einum víkingaskipi og róðu. Hetta meðan tey róptu "Ro!".

Herrópið hevur eisini verið at sæð á sosialum miðlum seinastu dagarnar á ymiskum støðum. Millum annað niðan gjøgnum einar rullutrappur.

[object Object](Mynd: John Sibley/Reuters/Ritzau Scanpix)

Fyrsti dysturin hjá Noreg í bólki F varð leiktur týskvøldið og endaði 4-1 til Haaland og hinar.

Dysturin millum Noreg og Senegal sæst á TV2 Sport X og TV2 Play.

[object Object]Haaland skoraði tvey mál í fyrsta HM-dystinum (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder