Hondbóltur

Norrøna verður við í Oslo

Einir 1200 áskoðarar fara at búgva umborð á Norrønu meðan EM-endaspælið verður í januar.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-09 10:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norrøna verður brúkt sum hotellskip undir EM-endaspælinum í Oslo í januar 2026.

Eftir at Føroyar í gjárkvøldið tryggjaðu sær EM-luttøku, boðar Smyril Line fyrrapartin frá, at Norrøna fer at sigla fólk til Oslo og heim aftur, umframt at virka sum gistingarhús teir dagarnar, endaspælið er.

[object Object]Tað verður væntandi gott lív umborð í nakrar dagar í januar 2026 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Norrøna tekur eini 1200 ferðafólk.

Ferðaseðlarnir verða settir til sølu 21. mai.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder