Fótbóltur

NSÍ er á odda í steðginum móti sterka sveisiska liðnum

Petur Knudsen skoraði gott mál eftir 28 minuttir, og harvið er NSÍ í løtuni eitt mál frá longdari leiktíð móti Lugano. Lurtið á FM1 ella fylgið við ovast á Portalinum.

Petur Knudsen hevur skorað trý evropeisk mál hetta summarið. Tað í dag hevur givið uppgerðini móti Lugano veruligt lív (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen hevur skorað trý evropeisk mál hetta summarið. Tað í dag hevur givið uppgerðini móti Lugano veruligt lív (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-13 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tríggjar hálvleikir móti einum av bestu sveisisku liðunum, livir NSÍ framvegis væl í vónini um at spæla seg víðari til røkkstøkk-umfarið í Conference League.

Tað endaði 2-0 til Lugano í Sveis í síðstu viku. Tískil var týðandi hjá NSÍ at fáa fyrsta málið í Klaksvík. Og tað er eydnast.

Michal Przybylski hevði góðan møguleika tíðliga, og NSÍ skapti onkrar aðrar støður. Eftir 28 minuttir fann eyðsýndi Sammy Skytte Petur Knudsen við góðari sending. Petur rann væl innum høgra bakkinum hjá Lugano, trekti inn í brotsteigin og skoraði kalt: Flott mál.

Lugano hevur eisini havt sínar góðu royndir, tá tað er eydnast at komið ígjøgnum ella hálvt ígjøgnum annars tøttu NSÍ-verjuna. Men Tom Amos í málinum hevur nakrar ferðir verið væl fyri.

Harvið 1-0 og 1-2 samanlagt. Fær NSÍ eitt mál aturat liggur tað til longda leiktíð - eins og í 2. umfari móti Koper, tá liðið hjá Sigurdur Ragnari Eyðjólfsson vendi 0-2 frá fyrra dystinum.

Til ber at hoyra frásøgnina úr Klaksvík her

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 10. august við Djúpumýru
18.30: NSÍ - FC Lugano (1-0) - 1-2 samanlagt
29' Petur Knudsen (Sammy Skytte)

Sí meira um dystin her

FM1 sigur frá dystinum,og til ber at fylgja við ovast á Portalinum.

Til ber eisini at stroyma dystin fyri eitt gjald her

Stroyming fyri eitt gjald er á /solidsport.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder