Tveir teir fyrstu dystirnir í 19. umfari Meistaradeildini eru spældir.
Í Runavík var undirhald - og eingi veruligir evropeiskir timburmenn - tá oddaliðið fyri aðru ferð hesa vikuna skoraði fýra mál. Harvið økti liðið hjá "Siggi Raggi" Eyjólfssn økti um leiðsluna til KÍ, sum spælir í morgin.
2-0 eftir tjúgu minuttir, men EB/Streymur treiskaðist - tvær ferðir - og so varð einkli endaliga avgjørt fyrenn í yvirtíðini, tá innskifti Klæmint Andrasson Olsen skoraði snilt kontramál.
Nú hevur NSÍ seks stig niður til KÍ, og HB er á 3. plássinum - eitt stig frá KÍ.
Heini Fossdalsá Sørensen og Stefan Radosavljevic skoraðu báðir innanfyri fyrstu 17 minuttirnar í Gudnadali, og millum tey bæði málini fekk Sebastian Lau Nielsen beinleiðis reytt kort fyri ógvuliga ljóta takkling, sum gjørdi at Noah Mneney fekk stóran skaða.
Harvið verður B68-profilurin ikki við í botnbrakinum móti Skála um eina viku. Og HB hevur nú vunnið seks dystir á rað. Tað endaði 2-0 í dag.
![]()
19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 16. august
NSÍ - EB/Streymur 3-2 (2-0)
3' Marius Kryger Lindh 1-0
21' Sammy Skytte 2-0
63' Kristian Svabo Eliasen 2-1
77' Petur Knudsen, br. 3-1
80' Meinhard Debes Geyti 3-2
HB - B68 2-0
7' Heini Fossdalsá Sørensen 1-0
18' Stefan Radosavljevic 2-0
Reytt kort: Sebastian Lau Nielsen (11 - beinleiðis reytt kort)
17.15: 07 Vestur - B36 (FM1)
18.30: Skála - Víkingur
(Klokkan 19.30 verður tikið samanum í 3. hálvleik)
Í morgin, mánadagin 17. august
18.30 AB - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald