
Víkingur og NSÍ skuldi royna at økja um frástøðuna til B36 og minka um munin upp til KÍ. Hetta eydnaðist, tá bæði eysturoyðarliðini vunnu í dag.
Víkingur var á vitjan á Skála. Tað hendi ikki nógv fyrstu løtuna, men Víkingur var nærri við, og í 25.minutti løgdu føroyameistararnir seg á odda. Víkingur vann bóltin á Skála-hálvuni, og so gekk tað skjótt. Sølvi Vatnhamar legði bóltin til rættis fyri Adeshina Lawal, og hann var tryggur. Smáar tíggju minuttir seinni fann Andreas Lava Olsen Filip Djordjevic, ið slapp framvið Ahmed Mujdragic , og legði bóltin framvið Karstini Hansen.
Skála hevði annars flutt bóltin væl í løtum í 1.hálvleiki, men kom ikki til nógvar upplagdar møguleikar. Hetta var eisini dystarmyndin í 2.hálvleiki, har Skála jagstraði mál. Tó fekk heimaliðið tveir rímiliga stórar møguleikar; fyrst var tað Pætur Dam Jacobsen, ið fekk skot á stutt inni í brotsteiginum, men Elias Rasmussen bjargaði sera væl. Móti endanum av dystinum bjargaði Atli Gregersen skotið drá innskifta Dávidi Johansen beint uttanfyri málstrikuna. Víkingur fekk pláss hinuvegin í umstillingum, av tí at Skála satsaði. Men flestu skotroyndinrar endaðu í føvninginum á Karstini. Tað kom einki mál afturat, og harvið vann Víkingur 2-0 og sætta dystin á rað.
Við Løkin gekk tað striltið hjá heimaliðinum at fáa hol á. Hóast yvirvág í spæli og møguleikum til NSÍ, so hildu Suðringar nullið í 82.minutti, har Milos Budakovic hevði nakrar góðar bjargingar í málinum. NSÍ helt fram við at søkja at, og tá málið kom var tað, sum ikki einaferð, Klæmint A. Olsen, ið sló til fyri runavíkingar. Tað var eftir innlegg frá innskifta Jann J. Benjaminsen. TB/FCS/Royn hevði møguleikan at javan, men heimaliðið helt fast, og tryggjaði sær trý týdningarmikil stig.
Í løtuni spæla AB og 07 Vestur botnbrak í Sørvági. Har er málleyst í hálvleikinum.
Skála – Víkingur 0-2 (0-2)
0-1: Adeshina Lawal
0-2: Filip Djordjevic
NSÍ – TB/FCS/Royn 1-0 (0-0)
1-0: Klæmint A. Olsen
Støðan í løtuni:
HB 46
KÍ 41
NSÍ 36
Víkingur 35
B36 30 *
EB/Streymur 18
Skála 18
TB/FCS/Royn 15
AB 8 *
07 Vestur 4 **
* Ein dyst færri
** Tveir dystir færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald