placeholder
Fótbóltur

Nú gevst Zlatan Ibrahimovic

41 ára gamla fótbóltsstjørnan, sum hevur spælt við fleiri av størstu feløgum í Evropa, sigur seg verða Milan-vilhaldsmann restina av lívinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-06-05 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

41 ára gamla svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, setur nú gaggurnar á hillina og gevst sum fótbóltsspælari á hægsta stigi.

Tað upplýsti hann í gjárkvøldið eftir síðsta dyst hjá hjá italska felagnum, AC Milan, hetta kappingarárið.

- Hetta er spell, tí hetta hevur verið alt mítt lív, segði Zlatan í sambandi við fráboðanina.

Sáttmálin millum svian og italska felagið gongur út nú við kappingarlok í ár, og nú sigur hann seg vara “ein frælsan mann”.

- Tað eru mangar kenslur knýttar til henda leikvøllin. Fyrstu ferð eg kom til Milan góvu tit mær eydnu, aðru ferð góvu tit mær kærleika. Tit hava tikið ímóti mær við opnum ørmum og fingið meg til at kenna meg heima her. Eg fari at vera Milan-viðhaldsmaður alt mítt lív, segði Zlatan, sambært NTB.

41 ára gamli Zlatan Ibrahimovic hevur spælt fyri fleiri av størstu fótbóltsfeløgunum í Evropa, og vunnið fleiri meistaraheitir. Feløgini, hann hevur spælt við sum vaksin eru Malmö FF, Ajax Amsterdam, Juventus, Inter Milan, Barcelona, Paris SG, Manchester United, L.A. Galaxy og AC Milan.

Zlatan Ibrahimovic er skrásettur fyri 122 A-landsdystir fyri Svøríki. Hansara fyrsti A-landsdystur var ein venjingardystur móti Føroyum, sum endaði 0-0. Dysturin varð spældur 31. januar 2001, innandura í Tipshallen í Växjö. 

[object Object]
Zlatan í nærdysti við Fróða Benjamin í einum landsdysti millum Svøríki og Føroyar í 2014 (Savnsmynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder