Fótbóltur

Nýggir menn skulu royna seg í Norðurmakedónia

Helst verður meira enn helmingurin av liðnum skiftir út, í mun til dystin í Moldova. Venjingardysturin í kvøld byrjar klokkan 17.

Føroyska liðið skal í kvøld royna seg í dyst móti liði, sum lutfalsliga hevur staðið seg heilt væl seinastu trý árini. Føroyska liðið verður í øðrvísi útgávu, enn vit vanliga síggja (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið skal í kvøld royna seg í dyst móti liði, sum lutfalsliga hevur staðið seg heilt væl seinastu trý árini. Føroyska liðið verður í øðrvísi útgávu, enn vit vanliga síggja (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-27 06:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin) - Tað er ikki langt frá fimm-stjørnaða gistingarhúsinum til Todor Proeski leikvøllin. Úr vindeyganum her á Park gistingarhúsinum sæst yvir á stóra leikvøllinum. Føroyski hópurin heldur til í góðum umstøðum her í norðurmakedónska høvuðsstaðnum, og tað er ein heilt stuttur teinur at "ferðast" til dystin í kvøld.

Føroyar og Norðurmakedónia eru bæði í EM-undankappingarbólkum við fimm liðum og hava frí í 2. umfari. Harvið liggur væl fyri at spæla venjingardyst - UEFA krevur eisini, at øll A-landsliðini hjá monnum spæla tíggju dystir aftur í ár.

Føroyar settu hol á undankappingina við 1-1 javnleiki í Moldova, har avrikið og úttrykkið var munandi sterkari í fyrra hálvleiki enn seinasta hálva tíman. Norðurmakedónia var stórfavorittur á heimavølli móti Malta, men hevði tað trupult her yviri. Hol kom ikki á fyrrenn 65 minuttir vóru spældir, og Norðurmakdónia vann 2-1. 

[object Object]
Todor Proeski leikvøllurin er heldur slitin men stórur. Tjóðarleikvøllurin í Norðurmakedónia tekur umleið 33.000 áskoðarar (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið var til EM-endaspælið í 2021 og var ein sigur frá at spæla seg til HM í fjør. Á vegnum sendi Norðurmakedónia millum annað italsku evropameistararnar út. Håkan Ericson segði á tíðindafundi í gjár, at dagsins mótstøðulið minnir nakað um Pólland og Kekkia í leikhátti og mentaliteti. Hetta eru tey bæði ovast styrkismettu liðini í undankappingarbólkinum hjá føroyingum.

Landsliðsvenjarin kundi eisini staðfesta, at tað faru at vera minst 5-6 broytingar í føroysku byrjanaruppstillingini í mun til dystin í Moldova- møguliga sjey. Harvið fáa nógvir aðrir møguleikan at vísa seg og skerpa seg. Ymiskt bendir á, at Føroyar fara at spæla við trimum miðverjum (fimm í bakketuni).

[object Object]Håkan Ericson og toymi skulu seta brikkarnir av nýggjum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Hanus Sørensen er ein av ungu spælarunum, ið helst fær spælitíð í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá venjingini undir bakandi sólini í gjár her

Málskjúttin frá dystinum í Moldova, Mads Boe Mikkelsen, er ikki tøkur. Hann hevur eina toygging (strekk) í baklærinum, ið 23-ára gamli miðvallarin fekk tíðliga í 2. hálvleiki fríggjakvøldið. Annars eru allir mans tøkir, hóast teir eru heldur moyrir. Vit kunnu vænta at síggja nógvar í leiki, nú talan er um venjingardyst.

Royndu spælararnir Klæmint Andrasson Olsen og René Shaki Joensen søgdu eisini við Portalin undan venjingini í gjár - sí leinkju niðast - at tað er virðismikið fyri landsliðið at fáa ein slíkan dyst nú. Tað er ymiskt, ið skal skepast og betrast. Hetta komu Håkan Ericson og Jákup Biskopstø Andreasen eisini inn á, á tíðindafundinum.

Fyrsta bríksl á Todor Proeski leikvøllinum í Skopje verður klokkan 17 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin hevur ymiskt tilfar frá dystinum.

Sí eisini: 
Klæmint: -Fríari teymar at royna nøkur ting í morgin
Shaki: - Kroppurin manglar kappingardystir

Skemtilig innsløg um hópin: 
- Ikki sæð Viljorm uttan at hann hevur voks í hárinum og luktar væl
- Sum at vera í skiftingarrúminum hjá TB í 2012

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder