1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum varð leikt seinnapartin. Sjón fekst aftur fyri søgn, at EBS/Skála ikki er í sama standi sum í fjør, og at roknast kann helst við einari javnari kapping enn í fjør.
KÍ vil aftur bjóða av um FM, og klaksvíkskvinnur fingu eisini trý stig í fyrstu royndini. Tað var tó eftir tógvið stríð á heimavølli ímóti B36. Heimaliðið kom á odda eftir tíggju minuttir, men tíggju minuttir seinni javnaði B36 við brotssparkið. 1-1 var eisini støðan í hálvleikinum. Avgerandi málið kom, tá ein stórur tími varð leiktur. Tað var sum so ofta fyrr hjá KÍ Rannvá B. Andreasen, ið traðkaði til og tryggjaði KÍ trý stig.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/09/615x455/durita-hummeland-(ki).jpg)
Durita Hummeland, ið skifti frá EBS/Skála í vetur, var at síggja í bláa búnanum í dag (Mynd: Norðlýsið/Oliver Joensen)
Felagsliðini í deildini hittust í Sarpugerði. B68 hevur lagt saman við ÍF/Víkingi, ið vísti lovandi taktir í fjør. Nýggja liðið fekk eisini eina góða byrjan við tryggum sigri á EBS/Skála. Leikandi venjarin, Jacoba Langgaard, skoraði beinanvegin, og grundinin var bygd. Hjørdis Rasmusdóttir skoraði tvær ferðir fyri heimaliðið í 2. hálvleiki, og ÍF/Víkingur/B68 er oddalið frá byrjan. EBS/Skála byggir upp av nýggjum eftir at nógvir lyklaleikarar frá í fjør mangla. Summar koma tó við seinni í ár.
HB, ið má metast sum ein av uppløgdu favorittunum til FM, sat yvir í 1. umfari.
Betrideildin - 1. umfar:
KÍ - B36 2-1 (1-1)
1-0 Tóra Mohr
1-1 Emma Hansdóttir (br.)
2-1 Rannvá B. Andreasen
ÍF/Víkingur/B68 - EBS/Skála 4-1 (1-0)
1-0 Jacoba Laangaard
2-0 Hjørdis Rasmusdóttir
3-0 Annika Ragna Christiansen
3-1 Birna T. Mikkelsen
4-1 Hjørdis Rasmusdóttir
2. umfar:
| 2 | 17.03.19 | EBS/Skála | HB | - | |
| 2 | 17.03.19 | B36 | ÍF/Víkingur/B68 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald