Hondbóltur

Nýggjur hondbóltssangur komin út beint fyri HM

Hoyvíkingurin Tormóður Petursson Djurhuus hevur skrivað "Enn eitt tak" og syngur eisini - Benjamin Djurhuus hevur staðið fyri framleiðsluni.

Permumyndin er av Ásbjørn Nielsson Nattestad, við túsundtals spentum føroyskum fjepparum aftanfyri seg. Myndin er tikin í Mercedes Benz-høllini í januar 2024 (Mynd: Emma Annika Thomsen/Tutl)

Permumyndin er av Ásbjørn Nielsson Nattestad, við túsundtals spentum føroyskum fjepparum aftanfyri seg. Myndin er tikin í Mercedes Benz-høllini í januar 2024 (Mynd: Emma Annika Thomsen/Tutl)

2025-11-21 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku fer føroyska kvinnulandliðið til sítt fyrsta HM-endaspæl, og í januar 2026 fer manslandslandsliðið til Noregs at spæla EM.

Nú endaspælsfepur aftur rakar Føroyar, kemur Tormóður Petursson Djurhuus út við nýggjum hondbóltssangi.

Undir pallnavninum "Tormodur" hevur 25-ára gamli sangarin og sangskrivarin givið fleiri stakløg út , sum mest eru í popputa partinum.

[object Object]
Umframt at syngja og hava spælt hondbólt sjálvur, hevur Tormóður Djurhuus virkað sum hallarspeakari og annað hjá H71 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her, longst til høgru, sum fjeppari til U21 HM-endaspælið í Týsklandi í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

Hesaferð er talan um hondbóltssang hjá hondbóltsáhuga hoyvíkinginum. Hann hevur sjálvur skrivað orð og lag, og Benjamin Djurhuus hevur staðið fyri framleiðsluni.

Byrjað og endað verður við ljóðbrotið úr Berlin, tá "Tú alfagra land mítt" rungaði á vakran hátt. Sungið verður eisini um "tá Mercedes Benz og St. Jakobshalle skalv" - um áskoðarar, føroyskt mót, hondbóltslist og at vísa seg á stóra pallinum.

Her ber til at hoyra sangin, sum eisini er á Youtube, Spotify og aðrastaðni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder