
Í uppstartinum sleit Sonni Højgaard hælsinuna. 22-ára gamli málverjin úr Saltangará var eykamálverji hjá Karstin Hansen á Skála í fjør, umframt at hann vardi málið hjá næstbesta liðnum og U21-liðnum, ið bæði stóðu seg væl.
Skála hevur nú funnið avloysaran. Talan er eisini um ungan leikara, sum kemur yvium fjørðin. Martin Danielsen er úr Lamba, og 18-ára gamli málvejrin er uppvaksin í NSÍ. Hann hevur eisini royndir við at íðkað ítrott á hinum arminum á Skálafjørðinum. Seinastu tvey kappingarárini hevur Martin spælt fyri besta liðið hjá StÍF. Hann er eisini ein evnaríkur málverji, og Skála boðar frá, at hann er farin í málmanshandskarnar aftur, og eftir nakrar góðar venjingarnar hava partarnar gjørt eina avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald