Annað

Nýtt føroyskt met á 1500 metrar

Týsdagin tók Julian Gregersen 33 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen, tá hann luttók í Trafford AC Grand Prix í Manchester.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-16 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 12. august rann langteinarennarin Julian Gregersen ein framúr 1500 metrar til Trafford AC Grand Prix í bretska býnum Manchester, har hann setti nýtt føroyskt met.

Við tíðini 3:54,36 min sló hann 33 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen (3:54,39), sum hevur staðið síðan 1992, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.

Í juni tók hann eisini eitt annað met hjá Albert Marna Joensen, 32 ára gamla metið á 5 kilometrar á landavegi.

Les eisini: Setti met í 5 kilometra renning

Á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum gjørdi Julian Gregersen eisini ein sera góðan profil, har hann vann fleiri heiðursmerkir – m.a. gull saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð í liðkappingini á hálvmaraton.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder