Fótbóltur

Nýtt graslíki skal á Djúpumýru

Vøllurin skal skiftast beinanvegin eftir kappingarlok.

2018-08-30 11:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klaksvíkar býráð hevur saman við leiðsluni í KÍ avrátt, at vøllurin skal skiftast beinanvegin eftir kappingarlok. Ætlanin var at skifta graslíkið á vøllinum í Djúpumýru í summarfrítíðini, men av ymiskum orsøkum var hetta ikki gjørt. Við nýggju ætlanini skal fyrireikingararbeiðið gerast áðrenn 27. oktober.

Málið verður viðgjørt á býráðsfundi í Klaksvíkar býráði í kvøld.

Umsitingin hevur síðani fingið boð um at hugsa alt økið væl og virðiliga ígjøgnum av nýggjum, við serligum atliti til UEFA krøv. Fundir hava verið millum vegadeildina, vallarumsitara og umboð fyri KÍ, sum síðani hava tikið sær av at skipa eina tilgongd, ið tryggjar, at neyðugar leiðingar og annað, sum má gerast, tá ið vøllurin verður skiftur, verður gjørt í somu arbeiðsgongd, stendur at lesa í skránni fyri býráðsfundi í Klaksvík í kvøld.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder