Fótbóltur

Nýtt graslíki verður lagt á vøllin í Sandavági

Arbeiðið fer helst at taka umleið eina viku, skrivar vp.fo.

Arbeiðið á Valloyruni er í gongd: (Mynd: Vágaportalurin)

Arbeiðið á Valloyruni er í gongd: (Mynd: Vágaportalurin)

2022-05-19 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri stuttum varð gamla graslíki tikið av fótbóltsvøllinum á Sandavági, ið mest verður nýttur til ungdómsfótbóltur hjá 07 Vestur.

Nú fær Valloyran nýtt graslíki. Arbeiði er farið í gongd og roknað verður við, at tað fer at taka umleið eina viku.

Tað skrivar Vágaportalurin í dag.

Talan er um umhvørvisvinarligt graslíki av slagnum DOMO, har Ide Møblar er veitari.

Les eisini: Nýtt og burðardygt graslíki á vøllirnar hjá Vága kommunu

Valloyran er ein av trimum fótbóltsvallum, í fullari stødd, í Vágum. Vøllurin stendur beint við krikjuna í Sandavági. 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder