Annað

Nýtt landsliðsvenjaratoymi í fimleiki sum partur av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar

Rósing Dam og Rúni Lamhauge fara at venja manslandsliðið, meðan Fríðhild Norðgerð Johannesen og Ardalan Niksima skulu standa á odda fyri kvinnulandsliðnum.

Føroysku fimleikararnir vunnu upp í leypar av heiðursmerkjum á Orkney í fjør (Mynd: fimleikur.fo)

Føroysku fimleikararnir vunnu upp í leypar av heiðursmerkjum á Orkney í fjør (Mynd: fimleikur.fo)

2026-05-06 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskir fimleikarar høvdu síðsta vikuskifti frálík úrslit í kappingum í Fraklandi, Íslandi og Danmark.

Les meira: Gòð altjóða úrslit og stór menning í føroyskum fimleiki

FM í estetiskum fimleiki er á skránni næsta vikuskifti, og FM í amboðsfimleiki verður 30. mai.

Næsta er eru Oyggjaleikir á heimavølli ein av stóru avbjóðingunum. Og sum part av fyrireikingunum til leikirnar í Føroyum, og fyri at styrkja tær, hevur Føroya Fimleikasamband nú sett nýtt venjaratoymi.

Talan eru um Rósing Dam og Rúni Lamhauge hjá manslandsliðnum, meðan Fríðhild Norðgerð Johannesen og Ardalan Niksima skulu standa á odda fyri kvinnulandsliðnum.

Fimleikasamband Føroya skrivar soleiðis um nýggju venjararnir, harav tríggir hava kappast fyri Føroyar á Oyggjaleikum:

Nýggju venjararnir hava drúgvar royndir innan bæði føroyskan og altjóða fimleik. Rúni Lamhauge hevur verið ein virkin partur av føroyskum fimleiki í meira enn trý áratíggju. Hann hevur vunnið fleiri FM-heiti og fyrsta gullheiðursmerkir í fimleiki á Oyggjaleikum, og hevur fleiri ferðir verið kosin ársins amboðsvenjari. Seinastu árini hevur hann verið høvuðsvenjari hjá Fimleikafelagnum Støkk.

Rósing Dam hevur eisini drúgvar royndir sum bæði íðkari og venjari. Hann var fastur íðkari á føroyska landsliðnum frá 2005 til 2011, vann fleiri FM-heiti við Havnar Fimleikafelag og gull á Oyggjaleikum, og luttók harumframt í bæði North European Championships og Nordic Championships. Síðani hevur hann arbeitt við menning av føroyskum amboðsfimleiki sum venjari og leiðari.

Fríðhild Norðgerð Johannesen hevur verið fimleikari hjá bæði Støkk og Havnar Fimleikafelag. Hon hevur harumframt luttikið fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í Bermuda. Hon hevur drúgvar royndir sum amboðsvenjari og er útbúgvin fysioterapeutur.

Ardalan Niksima hevur meira enn 30 ára royndir sum fimleikavenjari og hevur starvast í Føroyum, Íslandi og New Zealand. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá fimleikafelagnum Ljósinum í mong ár og hevur drúgvar royndir við bæði gentum og dreingjum á høgum stigi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder