Fótbóltur

Ógvusligur føroyskur niðurtúrur á Malta

Føroyar taptu fyri Malta, hóast liðið fekk brotsspark og var í yvirtalið í yvir ein hálvan tíma. Hetta var fyrsti sigur hjá maltesum í undankapping í næstan 7 ár.

Tað vóru maltesar, ið kundu fegnast í kvøld 
(Mynd: Sverri Egholm)

Tað vóru maltesar, ið kundu fegnast í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-23 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vóru fyri lemjandi ósigri á Malta í fyrstu royndini í EM-undankappingini. Munurin á máltalvuni var eitt mál, men liðið ið ósigurin kom ímóti, og mátin sum tað hendi uppá, ger at talan var um eitt risastórt vónbrot. 

Malta kom betri út til dystin á Ta' Qali leikvøllin. Heimaliðið kom skjótt meira á bóltin, fekk nøkur hornaspørk og legði seg tíðliga á odda. Bólturin kom innfyri aftur úr vinstru, Nwoko koma at standa púra fríur, og við stútara fekk hann bóltin framvið Gunnari Nielsen. Hetta var fyrstu veruligi málmøguleiki í dystinum.

Føroyingarnir tykuist heldur skelkaðir. Broytingin í álopinum undan dystinum har Jóan Símun noyddist at lata seg avloysa av Jákupi Thomsen og málið vóru við til, at føoryingarnir als ikki fingu spælið at koyra næstu stóru løtuna. Tað vóru nakrir glottar, har ró kom á bóltin, og onkur fín støða uppstóð.

Føroyar vóru væl meira á bóltinum frá byrjan av í 2. hálvleiki. Meira og meira gekk fyri kring brotsteigin hjá Malta. Upplagdi málmøguleikin kom, beint sum farið var um tíman. Eitt langt innkast frá Gilla varð longt av Odmari, skotið hjá Sølva varð blokerað á málstrikuni, bólturin kom útfrá aftur, eitt skot kom afturat, ið Andrei Agius bjargaði við arminum. Verjuleikarin fekk beinleiðis reytt kort, og Føroyar fingu brotspark. Tað tók Brandur Hendriksson sær av, men hóast skotið var rímiliga hart, so var tað í málmanshædd, og nýggi málverjin, Henry Bonello bjargaði.

Rómurin á áskoðaraplássinum var øðiligur. Føroyska yvirvágin helt fram og gjørdist størri, men tað gjørdist ikki til upplagdar málmøguleikar. Álopskendar innskiftingar vóru royndar, men Malta fekk málið. Vælleikandi vinstribakkurin, Mbong, vann bóltin á egnari hálvu og tók so sakina í egnar hendur við sínari ferð. Tað endaði við, at Atli Gregersen, ið spældi sín landsdyst nummar 50, feldi hann. Steve Borg var púra tryggur úr ellivu metrum, og so var ógvulisg frøi á Ta' Qali, og mótbrekkan var sera tung hjá Føroyum.

Við einum leikara í yvirtalið gjørdi føroyingar eina roynd; Viljormur Davidsen hevði eina góða atsøkn og djúpt inni í yvirtíðini skoraði Jákup Thomsen sítt fyrsta landsliðsmál, tá áleyparin fekk beint eitt innlegg í málið. Hetta var tó ov seint, og Malta vann tó sín fyrsta sigur í einari undankapping síðani 2013 – hetta var samstundis fyrsti sigur á Føroyum í undankapping. Føroyska liðið hevði langt frá sín besta dag; avrikið var ikki nóg gott - millum annað ov nógvir grundleggjandi feilir og Lars Olsen og Jóannes Jakobsen skulu av álvara aftur til tekniborið undan dystinum í Rumenia týskvøldið.

EM-undankapping – 1.umfar
23.03 á Ta' Qali National Stadium
Malta – Føroyar 2-0 (1-0)
1-0 13' Kyrian Nwoko
2-0 77' Steve Borg (br.)
2-1 90' Jákup Thomsen
Reytt kort: Andre Aigus ('60)

Føroyar: (4-4-1-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar ('67 Kaj Leo í Bartalsstovu), Rógvi Baldvinsson('79 Árni Frederiksberg), Brandur Hendriksson Olsen, Rene Shaki Joensen ('72 Klæmint A. Olsen) - Hallur Hansson - Jákup L. Thomsen

Gult kort: René Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder