Annað

Ólavsøkurenningin verður mikudagin

Bæði børn og vaksin fara at renna aftur og fram á Skálatrøð og fram við Bryggjubakka.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-25 09:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eingin ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár. Ólavsøkurenningin verður mikudagin.

Karmarnir um renningina eru á Skálatrøð og út á Bakka. Har er slætt og gott at renna, og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka, og hjá fleiri er hetta byrjanin til ólavsøkuna. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 kilometrar, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini, og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu.

Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 kilometrar. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum verða handað so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.

Tilmeldingin er latin upp, og Bragdið vónar, at tey, sum vilja luttaka, melda til í góðari tíð. Lættari er tá at skipa fyri. Tilmelding er á bragdid.fo, og er opin til týskvøldið kl. 18. Tað ber ikki til at melda til á staðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder