Sum støðan er í billardkappingini fyri lið eru útlit til, at klaksvíkingar verða millum fremstu liðini og verða ringir at taka, nú kappingin er komin í helvt.
![]()
Klaksvíkar Billardfelag 1 við Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen hevur lagt seg á odda við 21 stigum, tó at tað ikki er so langt aftur til nr. 2, Havnar Billardfelag 1 við Jógvan Jørgensen og Per Hansen, sum hevur 17 stig.
![]()
Nr. 3 í føroyameistarakappingini er Havnar Billardfelag 2 við Niels Nielsen og Hans J. Kollsker við 16 stigum.
![]()
Beint í hølunum á teimum koma tvøramenn við 15 stigum tó við einum dystarumfari færri. Nr. 5 er Billardfelag Fuglafjarðar 1 við 10 stigum eisini við einum dystarumfari færri. Aftast kemur Klaksvíkar Billardfelag 2 við 9 stigum. Kappingin heldur fram í januar. Meira um støðuna í hinum deildunum seinni.
![]()
Hyggja vit eftir einstøku úrslitunum hjá spælarunum hevur Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri besta úrslitið við 34,48 eygum í meðal. Næstur honum kemur Ólavur Kjølbro úr Klaksvík við 31,51 eygum og nr. 3 er Bjarni Skaalum úr Fuglafirði við 30,65 eygum í meðal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald