
Pristina, Kosovo (Portalurin): - Tey fara at rópa í gronina á okkum, og Kosovo fer at spæla skitið
Hetta er yngsti føroyski spælarin vísur í. Óli Mittún gleðir seg at sleppa at spæla aftur, nú tað eru 13 dagar síðani at árið og tíðin í Sävehof kom at enda.
Sí eisini: Óli Mittún hevur spælt sín seinasta dyst i svenskum hondbólti
Tað snýr seg um at halda høvdið kalt í høvuðsstaðnum í Kosovo hóskvøldið. Og tað snýr seg um at royna at fáa stig.
- Vit fara eftir tveimum stigum. Um tað ikki eyndast, so er eitt stig fínt, og vit skulu í øllum førum ikki tapa við fleiri enn 11 málum, staðfestir Óli Mittún fyri Portalinum eftir seinastu venjingina hjá Føroyum í Kosovo.
Føroyar vunnu 32-21 á Kosovo, tá liðini hittust í fyrsta umfari av EM-undankappingini. Hetta var á Hálsi í november. Tað merkir, at um Føroyar ikki tapa stórt í morgin, so verður man í øllum førum betri enn Kosovo innanhýsis.
Sí eisini: Hákun: - Hetta er partur av tí man droymir um
Hetta kann verða umráðandi, men málið er hægri enn tað, staðfestir Óli Mittún. 19-ára gamli hoyvíkingurin og hinir føroyingarnir fara hart eftir at vinna bólkin. Hetta hevði givið heilt góðar treytir til EM-lutakastið.
Sí alla samrøðuna ovast
-------------------------------------------------------------------------
Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør:
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Tvey tey fremstu koma víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.
5. umfar, hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar
6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Niðurlond - Kosovo
Føroyar - Ukraina
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald