
Tað er stórur spenningur á Fjóni og í Hondbóltsdanmark, nú eitt av heimsins størstu talentum skal spæla fast á danskari jørð.
Óli Mittún hevur víst seg væl fram upp til kappingarbyrjan, og í gjár, mánakvøldið 25. august, fekk mest virðismikli spælarin til U21 HM fyrstu almennu minuttirnar fyri GOG.
Hesar nýtti hann væl, tá Óli og lið hansara vunnu 33-25 í steypadysti móti HC Midtjylland og spældu seg víðari til næsta umfar í Santander CUp
Óli Mittún skjeyt sjey av málunum í væntaða og trygga sigrinum. Harvið gjørdist hoyvíkingurin javnsettur toppskjútti við Frederik Bjerre.
Ein góð byrjan - sunnudagin 30. august snýr tað seg um 1. umfar í landskappingini. Tá tekur Skjern, ið sendi GOG úr DM-stríðnum síðsta kappingarár, ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald