 
                
                        
Hann kom til Svøríkis sum ein drongur, ið júst varð fyltur 17 ár. Hann fer sum besti spælarin í svenskum hondbólti.
Nú 19-ára gamli Óli Mittún fer til størri avbjóðingar, og tað er ógvuliga hóskandi, nú føroyingurin fer at fylla 20 ár, og hann er kosin til ársins spælara í Handbollsligaen.
Sí eisini: Óli Mittún spælt sín seinasta dyst í svenskum hondbólti
Almenna heitið er MVP (Most Valuable Player), og 19-ára gamli hoyvíkingurin fekk 48 prosent av atkvøðunum. Tað eru venjarar í feløgum, umframt landsliðsvenjarin - fyrrverandi venjarin hjá Óli í Sävehof - sum saman við mongum ítróttartíðindafólki atkvøddu.
Talan gjørdist harvið um ein rímiliga greiðan sigur. Óli varð eisini toppskjútti ("Skyttekung") og annað árið á rað besti spæliskipari í Handbollsligaen. Sävehof endurvann ikki svenska meistaraheitið, men nummar 78 endaði ógvuliga væl persónliga í Partille og í svensku hallunum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/05/11/gallery-thumbnail/1746989026ussqnhvrst.webp)
Dygdirnar hjá Óla Mittún eru komnar landsliðnum og IK Sävehof væl við seinastu árini. Hetta var aðru ferð uppá fýra ár, at ein føroyingur gjørdist ársins spælar hjá monnumi í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)
Í summar skiftir Óli Mittún til danska GOG. Áðrenn tað er tó ymiskt á skránni - hondbóltur og annað.
- Eg havi eitt sindur av tíð, áðrenn eg skal avstað við U21-landsliðnum til HM í Póllani. Síðani skal eg vera saman við vinum og familju í Føroyum - møguliga ein túr til eitt heitari land - men so eisini vera nógv í styrkirúminum áðrenn næsta kapittilin í Danmark.
Soleiðis sigur MVP í Handbollsligaen við handbollsligan.se.
Í fjør vann fyrrverandi liðfelagin hjá Óla, málverjin Simon Möller stóra heiðurin. Í 2021/22 var tað sysktinabarnið, sum eisini spældi við Sävehof. Undan Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún hevur millum annað Felix Claar (tvær ferðir) vunnið heiðurin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/25/gallery-thumbnail/1745536513822tw2nmx3.webp)
Elias og Óli eftir ein hálvfinalusigur í Ystad í 2023. Tað var júst Ystads, sum endaði tíðina hjá nummar 78 í svenskum hondbólti - í SM-hálvfinalunum. Systkinabørnini hava nú bæði verið besti spælari í í Svøríki 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald