Hondbóltur

Óli Mittún og GOG vunnu bronsu

Triðja pláss í donsku landskappingini er tryggjað eftir tveir sigrar móti Mors-Thy.

(Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

2026-06-04 19:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

GOG endaði við at vinna trygt í øðrum bronsudysti móti Mors-Thy. Í Danmark verður spælt best av trimum tá spælast skal um triðja plássið.

Harvið eru Óli Mittún og liðfelagarnir á Suðurfjóni bronsuvinnarar í Bambuni liguni.

Óli Mittún skoraði bara tvey mál í kvøldsins dysti, sum GOG vann 35-29, men ungi hoyvíkingurin hevði sum so ofta áður ein stóran lut í spælinum.

Støðan í steðginum var 15-13 til GOG.

Í fyrsta bronsudystinum, sum varð spældur sunnudagin var føroyski bakspælarin stórspælandi. Hann skoraði sjey mál og legði upp til átta mál í 38-31 sigrinum.

[object Object](Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

DM-finala er eisini í kvøld. Hon er millum Aalborg og Skanderborg-AGF við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum. Felagsliðið úr Skanderborg-Aarhus tapti fyrstu DM-finaluna og tískil liggur nógv trýst á í kvøld.

Eins og í bronsudystinum verður spæld best av trimum.

DM-finalan byrjaði kl. 19:30 og sæst á TV2 Sport.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder