Hondbóltur

Óli Mittún við at venda dystinum móti HØJ

Liðið hjá Paula Jacobsen var leingi á odda í Svendborg, men skjótu ungu menninir hjá GOG gjørdu mun. Óli Mittún skoraði fimm mál og legði upp til fimm mál afturat.

Óli Mittún og hinir hjá GOG noyddust av álvara at stríðast fyri sigrinum á heimavølli móti uppflytarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún og hinir hjá GOG noyddust av álvara at stríðast fyri sigrinum á heimavølli móti uppflytarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-03 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingauppgerð var á Fjóni, tá 6. umfari í Bambuni Herreligaen fór av bakkastokki í gjár.

Pauli Jacobsen hevði tíverri so at siga ongan leiklut í dystinum. Landsliðsliðformaðurin kom inn til eitt brotskast fyri HØJ - sum Óli Mittún hevði vunnið, og GOG skoraði uppá.

Ein orsøk til at føroyski málverjin ikki spældi, var at verja og málverji hjá HØJ (Till Klimpke) leingi stóðu væl. Tað var 16-13 til HØJ í steðginum í Svendborg.

Óli Mittún og hinir hjá GOG høvdu toført við at vinna ein ímóti einum-støðunum í fyrra hálvleiki og nakað inn í 2. hálvleiki. Har vantaðu nøkur gjøgnumbrot og sannføring í spælinum.

Móti endanum glapp tó. GOG nærkaðist, og innan seinastu stóru átta minuttirnar var janvleikur nakrar ferðir, áðrenn heimaliðið fekk avgerandi málini og vann 32-29. Nøkur HØJ-skot á stongina kostaðu eisini.

Hesa løtuna gjørdi 20.ára gamli hoyvíkingurin hjá GOG mun við at vinna brotskøst, leggja upp og skora. Samanlagt skoraði Óli Mittún fimm mál, legði upp til fimm afturat, og vann nummar 78 GOG trý brotskøst.

Tað rakk eisini til sigur. Heimaliðið skoraði fýra av seinastu fimm málunum - øll innan seinastu fimm minuttirnar. Her var Óli Mittún mitt í rokanum, og fekk føroyingurin millum annað góð skoðsmál á hbold.dk eftir dystin.

Óli Mittún hevði tó heldur nógv brend skot: Fýra av hansara níggju fóru ikki í málið.

GOG er í løtuni á 4. plássi við átta dystum. HØJ er nummar 13 og næstaftast við tveimum stigum.

Sí stigatalvuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder