Hondbóltur

Óli móti Jóhan í fyrstu DM-hálvfinaluni

Skanderborg AGF spælir móti GOG klokkan 17.30. Dysturin sæst á TV2 Sport og TV2 Play.

2026-05-20 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir landsliðssteðgin eru summir spælarar farnir í summarfrí, meðan aðrir skulu spæla avgerandi dystir í ymiskum kappingum.

Eftir at Føroyar spældu seg til HM-endspælið, skal Óli Mittún hugsavna seg um hálvfinalur við GOG. Har snýr tað seg um at spæla seg í DM-finalurnar.

Mótstøðuliðið er Skanderborg AGF, har Jóhan á Plógv Hansen hevur verið lyklaspælari í ár. Høgri vongur hevur júst spælt venjingardystir við Danmark móti Týsklandi - nú stendur stríðið við GOG í meira týðandi dystum.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen í tíðini í Flensburg-Handewitt. Tá spældi havnarmaðurin eisini móti hoyvíkinginum - hetta í European League-miðumfarinum. Tá var Óli Mittún í IK Sävehof (Mynd: EPA)

Skipanin er líka sum tann í Føroyum: Man skal vinna tvær hálvfinalur fyri at koma í finalurnar. Spælt verður "best av trimum".

Liðini byrja í Aarhus í kvøld klokkan 17.30 føroyska tíð. Dysturin sæst á TV2 Sport og TV2 Play.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder