Hondbóltur

Óli nærum óstýriligur tá GOG tryggjaði hálvfinaluplássið

Seks mál, sjey upplegg, vunnir bóltar og so at siga eingin mistak. Hetta stóð Óli Mittún fyri í 36-27 sigrinum í gjár.

(Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

2026-05-04 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG og Óli Mittún skulu seinni í mai spæla DM-hálvfinalur.

Hetta er greitt eftir sannførandi heimasigurin móti Skjern seinnapartin sunnudagin. 

Føroyingfelagið á Fjóni hevði als ikki trupulleikar við at skora mál. Í steðginum var 20-16, og tað endaði 36-27.

Óli Mittún var í hopla fyri steðgin og var toppskjútti eftir 1. hálvleik við fimm málum (hevði seks skot). Føroyingurin setti ferð á og fann áhaldandi liðfelgarnir væl.

Eftir steðgin skoraði Óli ikki meira enn eitt mál, men legði afturat við uppleggum Nummar 78 hevði eisini, saman við Marcus Midtgaard hjá Skjern, flest upplegg í týðandi dystinum: Sjey.

Samanlagt skoraði 20-ára gamli hoyvíkingurin seks mál. Tey trý skotini Óli Mittún brendi vóru:1) Tá hann átti fríkast í skotstøðuni 2) Tá skotið í stóran mun var mitt í málið, og Christopher Bonde, bjargaði væl  3)  Tá armurin var uppi, og eingin alvering eftir.

Annars spældi Óli Mittún so at siga uttan mistøk. Hann er ikki skrásertur fyri nakað tekniskt mistak í dystinum.

GOG fer at enda á 2. plássi í sínum endaspælsplássi. Hetta er greitt, áðrenn seinasta umfar, har Aalborg er á skránni.

Síðani er landsliðssteðgur, og eftir tað skal GOG spæla DM-hálvfinalur móti vinnaranum í hinum bólkinum. 

Har liggja Jóhan á Plógv hansen og Skanderborg Aarhus í løtuni á odda. Í kvøld kann liðið tryggja hálvfinalupláss eisini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder