Hondbóltur

Óli og GOG kunnu spæla seg í hálvfinalurnar - dysturin sæst á TV2

Skjern vitjar klokkan 15. Við sigri er GOG í DM-hálvfinalunum. Til bar at síggja týðandi dystin hjá føroyska profilinum á TV2 og TV2 Play.

Óli Mittún og GOG megnaðu at vinna týðandi dystin moti Fredericia síðsta vikuskifti (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

Óli Mittún og GOG megnaðu at vinna týðandi dystin moti Fredericia síðsta vikuskifti (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

2026-05-03 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti vann GOG týðandi og tætta dystin í Fredericia. 

Hesin gjørdi, at GOG lyfti seg upp á 2. plássið í endaspælsbólki 1. Tað gevur pláss í DM-hálvfinalunum.

Í gjár tapti Frederica fyri Aalborg, og harvið kunnu Óli Mittún og liðfelagarnir við sigri á Fjóni í dag tryggjað hálvfinaluplássið.

Hetta tá Skjern vitjar.

Dysturin byrjar klokkan 15 føroyska tíð og sæst á donsku TV2-rásini og á stroymingartænastuni TV2 Play. Undansendingin byrjar klokkan 14.30 

Í gjár stóð systur Óla, Jana Mittún, fyri einum góðum persónligum avriki móti Odense: Hetta við millum annað fýra málum, seks uppleggum og trimum vunnum brotskøstum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder