Fótbóltur

Ongantíð hava tvey lið havt so nógv stig í einum kappingarári

B36 hevur fult stigatal móti liðunum í niðaru hálvu og er ósigrað í 19 dystum. KÍ hevur ongantíð áður havt fleiri enn 60 stig og kemur til til FM-finaluna við átta sigrum á rað.

KÍ og B36 eru lið um lið við stigum, men KÍ hevur fyrimunin viðvíðkjandi málúrttøku (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og B36 eru lið um lið við stigum, men KÍ hevur fyrimunin viðvíðkjandi málúrttøku (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-25 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 26 umfør hava B36 og KÍ 63 stig. Tað er bert komið fyri tvær ferðir, at lið hava havt fleiri stig enn hetta eftir 27 umfør.

Les eisini: FM-biðlarnir lata sera fá mál inn

Júst B36 vann í 2011 FM við 67 stigum. Tað var við Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjara og Jákupi á Borg sum einum av lyklaleikarunum. HB fekk í fjør heili 73 stig og setti harvið nýtt met. Tá bjóðaði EB/Streymur væl av við 60 stigum í sínum sætta árið í topp-tvey. Í meistarárinum  árið eftir hevði EB/Stryemur tvey stig færri.

[object Object]
Jákup á Borg hevur fegnast um nógvar sigrar og nógv gull í sínum fótbóltslívið. Sjey FM-heiti vann hann sum leikari (Mynd: Sverri Egholm)

Fyriuttan 2011, er B36 tvær ferðir áður komið uppum 60 stig. Tað var í meistarárunum 2014, tá HB bert var eitt stig aftanfyri, men tá var FM avgjørt áðrenn grannuppgerðina í 27. umfari, og 2015 -  í báðum førum endaði B36 við 61 stigum.

Les eisini: FM-royndirnar eru í B36

Hetta var sama stigatal, sum NSÍ gjørdist meistari við í 2007. Í 2016 rakk Vìkingur eisini 61 stigum og gullið á fyrsta sinni. Tað var eftir eitt sera tætt oddastríð við KÍ, sum fyri fyrstu ferð kom upp á 60 stig. Í ár hevur KÍ sett eitt nýtt støði sum felag við 20 sigrum, trimum javnleikum og trimum taptum. B36 hevur júst tað sama – men málúrtøkan er sjey mál verri.

[object Object]
B36 vann í Klaksvík í august og hevur

Merkisvert hjá B36 er, at liðið byrjaði kappingarárið við fýra eitt-máls sigrum, tapti síðani tríggjar á rað móti topp-fimm liðum (KÍ í Gundadali, í Norðragøtu og Runavík) og síðani hevur liðið Jákupi á Borg ikki tapt. Javnleikur móti NSÍ Í Gundadali og tveir janvleikir í grannauppgerðum móti HB eru einastu stigamissirnir hjá árstalsfelagnum síðani røðina við trimum ósigrum. Í teimum 15 dystunum móti liðum úr niðaru hálvu hevur B36 fult stigatal: 45 stig.

[object Object]
KÍ vann seinast 3-2 á NSÍ og longdi harvið um sigrusrøð sína (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ byrjaði árið við janvleikum móti HB og í Sarpugerði. Síðani komu sjey sigrar á rað, áðrenn HB setti KÍ uppá pláss í Gundadali. Klaksvíkingar snávaðu eisini á Jóansøku, og mitt í august gjørdist B36 fyrsta og einasta liðið, sum vann á KÍ við Djúpumýrar í ár. Nakrar dagar seinni. áðrenn Skála vendi 2-0 til 2-2 á sama leikvølli. Síðani tá hevur liðið hjá Mikkjali Thomassen bara vunnið. Átta sigrar á rað hava tryggjað eina finalu, har klaksvíkingar hava nóg mikið við javnleiki.

Les meira:

B36 skipar fyri stórari upphiting
Klaksvikingar spíla seg út finaludagin
Soleiðis verður býti av áskoðaraplássum í Gundadali í morgin

Talan er um eitt oddastríð, ið á óvanliga høgum stig, hvat stigum viðvíkur. Vinnarin í morgin hevur minst 64 stig. Tað er ongantíð hent, at ein silvurvinnari hevur fleiri enn 60 stig. Fyrsta bríksl hjá Alex Troleis í Gundadali í morgin er klokkan 15. Vit eru á staðnum, og hava nógv spennandi tilfar seinnapartin í morgin.

Sí eisini: 
FM-dreymar í Gundadali - innslag um fyrireikingarnar hjá B36
20 ár síðani seinast - innslag um fyrireikingarnar hjá KÍ


Hagtøl: FaroeSoccer

Viðmerkjast skal, at her hevur ikki verið hugt eftir stig í miðal fyri at samanbera við sera góð ár í stigum áðrenn 2005, tá farið varð til 27. umfør. Her er bert hugt eftir stigunum sjálvum, ið sjálvsagt eru væl hægri nú hjá oddaliðunum, enn tey vóru áðrenn 2005.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder