Annað

Pauli Poulsen nummar átta í EM

Eisini megnaði hann at kvalifisera seg til HM, sum verður næsta ár.

(Mynd: Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon)

(Mynd: Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon)

2026-10-05 13:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pauli Poulsen gjørdist leygardagin nummar átta í EM í tíðarsúkkling í aldursbólkinum 50–54 ár. Úrslitið gav honum HM-kvalifikatión, og sunnudagin varð hann eisini skrásettur á fyribils kvalifikatiónslistanum fyri langtein, skrivar Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon.

Pauli var um vikuskiftið til Tre Valli Varesine í norðuritalska býnum Varese. Í tíðarsúkklingini leygardagin kom hann á mál við tíðini 29 minuttir og 48,77 sekund. Miðalferðin var 44,28 kilometrar um tíman.

Eitt av málunum hjá Paula hevur verið at kvalifisera seg til HM í tíðarsúkkling í Gran Fondo í 2027. Við úrslitinum í Varese rakk hann hesum málinum. Heimsmeistarakappingin verður í Haute-Savoie í Fraklandi í august næsta ár.

Sunnudagin stillaði Pauli upp í langteinskappingini, og eisini har eydnaðist honum at súkkla seg til eitt úrslit, sum sambært fyribils kvalifikatiónslistanum hjá fyriskiparunum gevur atgongd til HM.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder